Hesin fór at kanna eina fílu kallað 1.com, sum gevur feilboð um man nýtir Skype á Windows 64. Tað vísir seg at kotan har heintar inn BIOS upplýsingar, sum t.d. seriunummarið á botnkortinum. Hví veit hann ikki; men sum tey siga í viðmerkingunum, so kann tað hava okkurt at gera við at Skype klientar kunnu virka sum servarar hjá øðrum klientum (um tú hevur Skype frá, so kunnu onnur hava samband frá og til Skype gjøgnum tína teldu og internetkonto). Les pagetable.com
Ger viðmerking