Google Nexus One minnir um Apple iPhone, men er eitt sindur minni og lættari, hóast skermurin er væl størri (480x800 pixlar, heldur enn 480x320 pixlar). Stýriskipanin er nýggja 2.1 útgávan av Google Android 2.1, grundað á Linux, sum saman við einum sterkum Snapdragum processara ger at fartelefonin er avbera skjót. Myndatólið hevur 5 megapixlar, sum er brúkiligt í mun til bara 3 megapixlar í eini iPhone. Og so kostar hon umleið helvtina av eini iPhone, í teimum londum har tey sleppa at keypa eina. Les t.d. version2.dk
Eitt danskt ummæli
PC World DK vóru til staðar, tá ið Google Nexus One varð víst fram:
http://www.pcworld.dk/art/11381
Ger viðmerking