Tað er ikki líkamikið hvussu skjótt tú rennur, fyri orkunýtsluna

Serfrøðingarnir hava leingi hildið at vit brendu líka nógvar kaloriur, líka mikið um vit runnu 1 km skjótt ella spakuligt. Men nú hava granskarar á University of Wisconsin-Madison staðfest, at vit hava øll hvør sína optimalu ferð, sum vanliga liggur um 13.3 km/t hjá monnum og 10.5 km/t hjá kvinnum. Og tú brennur faktiskt nógv meira um tú roynir at renna spakuligari, sum serfrøðingarnir halda er tí at vit tá flyta okkum við einum millumtingi millum at renna og ganga. Les livescience.com

MixMeister er snilt til at finna rytmuna

Í kjakinum á Digg vísir ein til forritið MixMeister, sum eitt gott amboð til at finna tónleik við røttu 'beats per minute' úr bandasavninum.

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar