Bretskar kanningar vísa, at tað tekur í meðal 64 sekund at 'koma aftur til tráðin aftur', hvørja ferð tú hevur verið forstýraður av telduposti. 56% av einum hópi á 250 brúktu meira enn 2 tímar um dagin í 'innbakkanum', og flest øll føldu at tey fingu ov nógvan teldupost. Og hóast 64% í eini kanning hildu at tey kannaðu teldupost eina ferð um tíman, og 35% hildu 15. hvørt minutt, so var títtleikin faktiskt 5. hvørt minutt. Og orsøkin til at vit kanna teldupost so ofta, er sama mekanisma sum ger fólk til ludomanar. Les smh.com.au
Ger viðmerking