Teldur á internetinum verða álopnar 4 ferðir um tíman

BBC setti herfyri eina 'lokkidúgvu' á internetið, at máta hvussu títt ein óvard telda við XP Home Edition varð álopin. 4 ferðir um tíman varð hon fyri álopi sum kundi verið vandamikið, men sum tó 'bara' vísti seg at vera irriterandi; sum t.d. at onkur trygdarfyritøka reklameraði gjøgnum Windows Messenger. Eina ferð um tíman varð hon álopin fatalt av ormum sum SQL.Slammer og MS.Blaster, ið tó høvdu verið steðgaðir við standard firewallinum var tendraður. Og éina ferð um døgnið var hon fyri hackara-álopi, har onkur royndi at fáa ræði á henni. Les ing.dk

Nýggjar teldur eru í vanda

Sum onkur sigur her í viðmerkingunum á Slashdot, so er vandin serliga aktuellur í sambandi við ný- og reinstallatión av Windows, tí at man nærmast ikki nær at fáa neyðugu trygdardagføringar lisnar niður á telduna, áðrenn hon longu er álopin.
http://it.slashdot.org/article.pl?sid=06/10/09/1644230&from=rss

Delte dokumenter

Ja, m.a. loyvir Windows XP ein og hvønn at leggja fílar á C:\Documents and Settings\All Users\Dokumenter(ella Documents) um eigarin ikki sjálvur syrgir fyri at broyta atgongskrøvini til mappuna.

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar