Tyson vil boksa móti kvinnum nú

Komandi fríggjakvøld byrjar the "Mike Tyson's World Tour", við at hann skal boksa móti einum fyrrverandi sparrings-partnara kallaður Corey "T-Rex" Sanders. Á pressufundinum nevndi Tyson at hann (seriøst) kundi hugsað sær at boksa móti kvinnuliga boksaranum Ann Wolfe, sum í síni liga hevur vunnið 21 dystir og tapt ein, harav hon vann 15 við knock-out. Promotarin hjá Wolfe sigur at hetta kemur ikki upp á tal, bæði tí at eingin fer at loyva einum dysti millum mann og kvinnu, og tí at Ann Wolfe er eini 60-70 pund lættari enn Tyson. Tyson sigur hinvegin at hetta vildi bara verið 'til stuttleikar': "I'm not going to talk about smashing anybody's brains". Les forbes.com

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar