Í bygdini Viganella í Italia síggja tey ikki sólina frá 11. november til 2. februar, av tí at fjøllini skerma fyri. Tað eru tey nú so mikið troytt av, at ungi Pierfranco Midali vann borgmeistaravalið uppá at lova meira sól. Loysnin er at seta eitt 40 kvadratmetrar stórt spegl upp á ein av tindunum, soleiðis at sólstrálurnar kastast aftur, niður á bygdina. Kostar bara 750.000 krónur, so hetta hevði kanska verið eitt hugskot t.d. í Fuglafirði. Les eb.dk
Ger viðmerking