Wauw, nú kennir Picasa Web Albums andlitini aftur (!!)

Google lanseraði í dag eina dagførda útgávu av online fototænastuni Picasa Web Albums, sum m.a. nú roynir at kenna andlit aftur, um tú fyrst hevur frámerkt tey nakrar ferðir. So nú er tað bara at senda myndir upp har, og byrja at seta navn á andlitunum, so roynir Google at koma upp við røttu nøvnini, næstu ferð. Les macworld.com

Bara í USA

Sambært hjálpini hjá Picasa Web Albums, so er hendan tænasta bara galdandi fyri amerikanskar kontoir enn. Men lat meg siga tað soleiðis, at um tín skráseting sigur USA, so sær tað út til at rigga allíkavæl.

http://picasa.google.com/support/bin/answer.py?answer=93973&topic=14605

Picasa 3 eisini betri

M.a. er tað lætt nú at gera eina YouTube 'video', við at velja út myndir og so leggja eitt tónleikalag afturat, at senda upp til YouTube

http://arstechnica.com/news.ars/post/20080903-test-drive-picasa-3-gets-o...

Ger viðmerking

  • Loyvd HTML frámerki: <a> <em> <strong> <cite> <code> <ul> <ol> <li> <dl> <dt> <dd> <img> <object> <embed> <iframe> <script> <table> <tr> <td> <th>
  • Linjuskift og reglubrot verða sjálvvirkandi sett inn, tá ið tú skiftir reglu.
  • Heimasíðu- og teldupost-adressur verða sjálvvirkandi gjørd til leinki

Fleiri upplýsingar um sniðingarmøguleikar