Vit eru øll bjóðað at taka video av okkara dagligdegi tann 24. juli 2010, senda videobrotið upp á www.youtube.com/lifeinaday, har oskar-vinnandi instruktørurin Kevin MacDonald síðani fær til uppgávu at seta útvald brot saman til ein film, við Ridley Scott sum produsara, at vísa á Sundance Film Festivalinum í januar 2011. Øll sum fáa eitt brot við verða upplistaði í filminum sum 'co-directors', umframt at 20 fáa í boði at koma at síggja premieruna. Les youtube-global.blogspot.com
Ger viðmerking